FAQ
Hvussu nógv kostar ein persónligur gravsteinur?
Forsíða » FAQ
Prísurin á einum persónligum gravsteini er sum prísurin á einum blómutyssi; tað veldst um, hvussu nógv ein skal hava, og hvussu serlig tilevningin skal vera. Tí er ilt at seta ein prís á ein gravstein uttan at kenna tørvin at minnast hjá teimum avvarðandi.
Tað er av stórum t´dningi, at tíð verður setta av til eitt prát við ein yrkissteinhøggara í samband við avgerðina um ein persónligan gravstein. Samleikin hjá tí farna skal speglast í endaligu loysnini, soleiðis at steinurin verður viðkomandi at vitja í kirkjugarðinum.
Áskriftin er púra egin, og er hetta ikki nakað, sum kirkjugarðurin leggur seg út í, bara teksturin ikki stoytir onnur, sum nýta kirkjugarðin.
Týdningarmikið er at taka støði í tí farna, soleiðis at steinurin kann skapa tey røttu minnini og endurspeglingar, tá ein stendur við grøvina. Á henda hátt gerst gravstaðurin ein samantvinnandi partur av at arbeiða við sorgini at at viðurkenna og skilja missin hjá teimum avvarðandi.
Aftrat navni hjá tí farna verður ofta ein regla við føðingar- og deyðsdegi skrivað. Hóast ein kann hugsa, at ein minnist slíkar dagar, er tað ikki vist, at onnur avvarðandi minnast teir. Um børn eru við, tá grøvin verður vitjað, føra hesir upplýsingar ofta til eitt gott prát. “Hygg, abbi hevði blivið 90 ár í næstu viku” ella “Omma livdi einsamøll í 10 ár, eftir at abbi doyði.” Hetta hjálpir til við at skilja deyðan sum eina treyt fyri øll.
Heiti var ikki nógv nýtt eina tíð, men nú sæst hetta aftur á nýggjum steinum. Avvarðandi, sum halda hetta vera ov siðbundið, velja ofta eina mynd ella eitt ekin ístaðin fyri at vísa, hvat hevði stóran týdning í lívinum hjá tí farna. Steinhøggarin hevur nógv dømir, sum kunnu geva einum íblástur.
Áskriftin er púra egin, og er hetta ikki nakað, sum kirkjugarðurin leggur seg út í, bara teksturin ikki stoytir onnur, sum nýta kirkjugarðin.
Týdningarmikið er at taka støði í tí farna, soleiðis at steinurin kann skapa tey røttu minnini og endurspeglingar, tá ein stendur við grøvina. Á henda hátt gerst gravstaðurin ein samantvinnandi partur av at arbeiða við sorgini, at viðurkenna og skilja missin hjá teimum avvarðandi.
Aftrat navni hjá tí farna verður ofta ein regla við føðingar- og deyðsdegi skrivað. Hóast ein kann hugsa, at ein minnist slíkar dagar, er tað ikki vist, at onnur avvarðandi minnast teir. Um børn eru við, tá grøvin verður vitjað, føra hesir upplýsingar ofta til eitt gott prát. “Hygg, abbi hevði blivið 90 ár í næstu viku” ella “Omma livdi einsamøll í 10 ár, eftir at abbi doyði.” Hetta hjálpir til við at skilja deyðan sum eina treyt fyri øll.
Í eina tíð var heitið ikki so nógv nýtt, men nú sæst hetta aftur á nýggjum steinum. Avvarðandi, sum halda hetta vera ov siðbundið, velja ofta eina mynd ella eitt tekin ístaðin fyri at vísa, hvat hevði stóran týdning í lívinum hjá tí farna. Steinhøggarin hevur nógv dømir, sum kunnu geva einum íblástur.
Granitt er ikki eitt avmarkað tilfeingi í sjálvum sær. Allir heimspartar eru bygdir á steinOrka verður nýtt í framleiðsluni, og er hetta sum í allari aðrari framleiðslu at gagnnýta tilfeingið.
Tá tosað verður um gravsteinar, stavar 90% av orkunýtsluni frá flutninginum. Tí er tað týdningarmesta at velja stein, sum ikki er fluttur hinumegin jørðina. Steinar ú sunnara partinum í Svøríki ella úr Bornholm kunnu nýtast.
Vanligt eru ongi serlig krøv til tlhoyr á gravstøðum, uttan so at serliga treytir frá kirkjugarðinum t.d. gera greitt, at ein niðurgrivin vasi skal vera á grøvini í samband við ein gravstein, sum er á vøllinum. Kortini seta vit ofta okkara egna dám á gravstaðin við at seta lampur, vasar og annað tilhoyr á grøvina.
At leggja ein gravstað gevur einum møguleikan at gera staðin til sín egna, persónliga minnisstað við lutum, sum geva tilvísing til tann farna. Um abba dámdi væl at hava fuglar í havanum, skal gravstaðurin kanska hava eitt fuglabað við spurvum. Um ein ynskir at hava eitt sindur av ljósi í myrkrinum, kann eitt flogljós vera rætta loysnin.
Haraldur Símunarson
Í gerandisdegnum er Minnissteinar.fo at javnseta við Harald Símunarson Hammer
Sí eitt úrval av okkara vørum
Fyri okkum er tað ein heiður at kunnu uppfylla serlig ynski hjá bæði tí farna og teimum avvarðandi.